í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG
Útgávudagur: 23.10.2023. Virði: 21,00 kr. Nummar: FO 1006. Frímerkjastødd: 40,0 x 30,0 mm. Listafólk: Astrid Andreasen. Prentháttur: offsett. Prentsmiðja: Bpost, Belgia. Postgjaldsbólkur: Innlendis bræv, 0-100 g.

Hvít nykurt - Sett av óstemplaðum frímerkjum

Vakra hvíta nykurtin veksur bert í Nykutjørn á Sandoynni.

Útgávudagur: 23-10-2023
Vørunr.: PPA001006
Virði: 21,00


DKK 21,00
€2,81

Keyp
-
0
+


Hvít nykurt

Í ár eru 30 ár, síðan PostEurop varð stovnað. Tískil er 30 ára búmerkið hjá PostEurop sett á vakra frímerkið hjá Astrid Andreasen. Endamálið við PostEurop er samstarv millum postverk í Evropa. 

Hvít nykurt Nymphaea alba
Íblásturin til grikska heitið nymphaia og latínska heitið nymphaea stavar frá álvafljóðunum í griksku og latínsku gudalæruni.

Næst okkum veksur hon bæði í Noregi, Danmark, Svøríki og Onglandi. Men annars veksur hon í meginpartinum av Evropa, í Norðurafrika og í Miðeystri.

Palli Clementsen, sum var av Sandi, flutti sum ungur til Noregs, sambært systirdóttrini Anni Sólsker. Hann hevði hvítu nykurtina við sær, tá hann í umleið 1976 kom heim at ferðast, og tá setti hann hana í Nykutjørn, sum liggur á privatari jørð í Sandoynni.

Her á landi veksur einastandandi vakra hvíta nykurtin bara í Nykutjørn. Blóman kann verða upp til 20 cm í tvørmáti, og hjartaformaðu bløðini eru upp til 30 cm í tvørmáti. Bæði blóman og bløðini flóta oman á vatninum. 

Sandoyingur fortaldi mær, at tá børn spældu við Nykutjørn, var tað teimum álagt ikki at nerta við hvítu nykurtina.

Forna navnið Nymphaia vísir í myndamáli á eina guddómliga náttúruveru, sum man hevur ímyndað sær at vera eina unga gentu, sum býr í vøtnum ella aðrastaðni í náttúruni. Og hetta hevur Palli helst hugsað um, tá hann setti plantuna í Nykutjørn, tí tað passar sum fótur í hosu til heitið á hvítu nykurtini. Kanska hevur hann eisini hugsað um javnvágina í náttúruni við at seta eina guddómliga náttúruveru niður í vatnið til Nykin við tí heldur dapra ummælinum.

Á Sandi hava tey risan Gorus og Gívrina (Gívrunarsteinur), ið bæði halda til móti vestri, og so Nykin, sum býr í Nykutjørn, sum liggur í ein útnyrðing.

Nykurin er kendur frá søgnum í øllum Skandinavia, og sagnirnar líkjast. Sum oftast sigur man hann hava umvendar hógvar og standa hálvur upp úr vatninum fram við áarbakkan.

”Nykurin býr í vøtnum; á botninum niðri í dýpinum hevur hann sítt tilhald; men haðan fer hann ofta á land, og honum er ikki gott at møta; stundum er hann líkur einum vøkrum lítlum hesti, sum tykist at vera góður og spakur, og harvið lokkar hann fólk at nærkast til sín at klappa honum og strúka honum eftir baki, men tá ið tey tá koma at nerta við halan, verða tey áføst við hann, og tá sleppur hann ongum, men dregur tey við sær til botns í vatninum. 

Stundum møtir hann fólki í manslíki sum ein prúður unglingi at lokka gentur við sær og lovar teimum gleði og gaman í síni høll, um tær vilja fylgja honum eftir; men fáa tær tá illgruna um, hvør hann er, sum tær eru við at geva seg burtur til, so at tær fáa nevnt hann við rætta navni: “Nykur”, missir hann maktina yvir tær og má sleppa teimum og fara einsumallur í vatn sítt. 

Tað er sagt, at nykurin kann líkaleiðis umskapa seg líkan øllum ferføttum djórum, uttan stikulin av veðra- ella veðurlambshorni skal hann ikki kunna skapa á seg; men rossi er hann líkur, tá ið hann ikki hevur broytt ham sín, og tað hevur borið monnum til at fáa vald yvir hann við at rista kross á bakið á honum, og hava teir tá havt hann til at draga við halanum stórt grót oman úr fjøllum til gerðisgarðar ella hús, sum enn sæst í Húsavík í Sandoy og á Eiði í Eysturoy, og tað stóra grótið, ið har er saman komið, ber vitni um, hvussu sterkur hann er. Á Takmýrum í Sandoy liggur ein stórur klettur, sum teir vildu hava hann at draga til Húsavíkar; men har slitnaði halin, og steinurin stendur har; ein partur av nykarhalanum, sum var áfastur við steinin, er sjónligur á honum enn”. 

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891. Kelda: Snar.
Heimildarfólk: Anni Sólsker, Hanna og Julianna Joensen.

Marita Gulklett
|
Posta
Newsletter

Posta Newsletter

Tíðindi og alt tað nýggjasta innan føroyska frímerkjaheimin